0
vørur í kurvini
vørukurvin er tóm
í alt
levering -
í alt
(harav mvg)
til kassan

troyggjan sum øll tosa um.

hvør føroyskur maður eigur eina skipstroyggju. eisini pápi guðrun ludvig. í tann mun er einki serligt við eini skipstroyggju. tað er bara arbeiðsklæðir.

men við at gera eina einfalda útgávu av troyggjuni hjá pápanum og draga fram tað týdningarmesta, so sum stjørnuna, er vón ein nýtulking av einum hevdbundnum klassikara.

heldur enn tríggjar ella fýra litir hevur troyggjan ein grundlit og ein mynsturlit. men størsti munurin er, at vón er nógv lættari og situr nógv tættari – skipstroyggjan bleiv til eina konufólkatroyggju. 

ikki tær at siga er vón okkara bestseljari. tá ið danska sjónvarpsrøðin forbrydelsen varð sýnd í 2007, var høvuðsleikarin, sarah lund, í nett hesi troyggju í øllum trimum seseingjum.

sofie gråbøl, sum spælir sarah lund, sigur, at vón gav henni sjálvsálit. hon fekk hana at føla seg sum seg sjálva. hon vildi fegin bjóða detektiv-stereotýpuni av. hon var hvørki ein maður í klædningi ella ein dulla í høghælaðum skóm. í stjørnutroyggjuni var hon ein kvinna í 21. øld – djørv, smørt og sjálvstøðug.

soleiðis skal
hon sita

english