0
vørur í kurvini
vørukurvin er tóm
í alt
levering -
í alt
(harav mvg)
til kassan
– Finst eisini her:
Troyggjur

Føroya

376,00 EUR

litur

stødd

xs
s
m
l
xl
vel stødd og lit

Long opin troyggja við ljósareyðum

stór opin troyggja. troyggjan er úr føroyskari ull og er bundin á ein hátt, ið gevur henni ein einastandandi lættleika. dámar tær litir, kanst tú velja útgávuna við ljósareyðum, ert tú meiri til tað einfalda kanst tú velja tað gráu og so er sjálvandi eisini ein útgáva har dentur er lagdur á orðatakið “ull er føroya gull” nevniliga tann ráhvíta við eitt sindur av gulltráði í. óansæð hvat tú velur, so fært tú eina heita, lætt og einastandandi vakra troyggju

100% føroysk ull.

stíl-nummar 11769

føroyskt handverk

við støði í gomlum føroyskum bindimynstrum stremba vit eftir at fáa tað góða handverkið inn í mótaheimin aftur. einasta sum skal til? eitt sindur av ull og gott handalag. tvey røtt, tvey rang.

handfar klæðini rætt

accordian arrow
soleiðis skulu tey vaskast

eftirsum at ullin er feit (inniheldur nógv lanolin), skal hon ikki vaskast ov ofta. sum flest føroyingar vita, kunnu pulshosur brúkast fleiri ferðir, uttan at verða vaskaðar. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri. 

um so er, at tú ynskir at vaska klæðini, so hava vit vegleiðingina til tín niðanfyri.

siðbundin / vistfrøðilig

sum sagt: ullin inniheldur lanolin, og tí skal hon ikki vaskast ov ofta. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri. 

um tú tó ætlar at vaska klæðini, so vaska við ullvask á 30 hitastigum og stoyt eitt evarska sindur av sápu í. legg klæðini at torna og forma tey, soleiðis sum tú ynskir.

tú kanst eisini turka tey við at leggja tey á eitt handklæði, sum síðani verður rullað saman sum ein rullukaka, kroyst síðani varliga, rulla útaftur og so út at torna.

 

alpaka

vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma tey, sum tú ynskir. um tú heldur vilt vaska við maskinu, so fylg vegleiðingini til vinstru. 

 

mohair

vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma, sum tú ynskir. koyr endiliga ikki klæðini í vaskimaskinuna ella turkitrumluna.

 

leyst bundið

vit viðmæla at vaska við hond. vaska varliga og ansa eftir ikki at gníggja. legg at torna aftaná.

 

lambsskinn

verður lambsskinnið dálkað, fer tað helst vekk av sær sjálvum. er talan um heildarvask, er eitt reinsarí besta boðið.

levering og afturbering

accordian arrow

tú hevur vøruna/vørurnar í hendi innan 1-2 dagar, uttan so annað er viðmerkt. gev gætur, at hondbundnar vørur ofta taka longri tíð at framleiða, og tá kann bíðitíðin vera eini 4 vikur. tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri nærri kunning.

english