eina fjálga, bundna húgvu mást tú eiga um veturin. kantað við rangari og rættari rond, sum ger, at hon situr sum hon skal. nýtiligu snjóðhvítu og brúnu litirnir rigga væl til bæði ljósar og myrkar litir.
tilfar: 90% ull, 10% kid mohair
stíl-nummar 11367
við støði í gomlum føroyskum bindimynstrum stremba vit eftir at fáa tað góða handverkið inn í mótaheimin aftur. einasta sum skal til? eitt sindur av ull og gott handalag. tvey røtt, tvey rang.
eftirsum at ullin er feit (inniheldur nógv lanolin), skal hon ikki vaskast ov ofta. sum flest føroyingar vita, kunnu pulshosur brúkast fleiri ferðir, uttan at verða vaskaðar. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri.
um so er, at tú ynskir at vaska klæðini, so hava vit vegleiðingina til tín niðanfyri.
sum sagt: ullin inniheldur lanolin, og tí skal hon ikki vaskast ov ofta. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri.
um tú tó ætlar at vaska klæðini, so vaska við ullvask á 30 hitastigum og stoyt eitt evarska sindur av sápu í. legg klæðini at torna og forma tey, soleiðis sum tú ynskir.
tú kanst eisini turka tey við at leggja tey á eitt handklæði, sum síðani verður rullað saman sum ein rullukaka, kroyst síðani varliga, rulla útaftur og so út at torna.
vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma tey, sum tú ynskir. um tú heldur vilt vaska við maskinu, so fylg vegleiðingini til vinstru.
vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma, sum tú ynskir. koyr endiliga ikki klæðini í vaskimaskinuna ella turkitrumluna.
vit viðmæla at vaska við hond. vaska varliga og ansa eftir ikki at gníggja. legg at torna aftaná.
verður lambsskinnið dálkað, fer tað helst vekk av sær sjálvum. er talan um heildarvask, er eitt reinsarí besta boðið.
tú hevur vøruna/vørurnar í hendi innan 1-2 dagar, uttan so annað er viðmerkt. gev gætur, at hondbundnar vørur ofta taka longri tíð at framleiða, og tá kann bíðitíðin vera eini 4 vikur. tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri nærri kunning.