0
vørur í kurvini
vørukurvin er tóm
í alt
levering -
í alt
(harav mvg)
til kassan
– Finst eisini her:
Opnar troyggjur

Vasi cardi

256,00 EUR

litur

stødd

xs
s
m
l
vel stødd og lit

snøgg stutt cardigan

stutt og løtt opin troyggja við perlumóðir knappum. ynskir tú tær eina stríputa opna troyggju? so er handan eitt gott væl. hon er mjúk, vøkur og heit hóast hon er heilt tunn. hon er eisini so sera løtt. litirnir eru bjartir tó ikki skríggjandi. ein góð javnvág millum litir og yndi. tú kanst brúka hana sum hon er ella við eini t-shirt undir

90% mohair, 10% polyester.

stíl-nummar 11759

føroyskt handverk

við støði í gomlum føroyskum bindimynstrum stremba vit eftir at fáa tað góða handverkið inn í mótaheimin aftur. einasta sum skal til? eitt sindur av ull og gott handalag. tvey røtt, tvey rang.

handfar klæðini rætt

accordian arrow
soleiðis skulu tey vaskast

eftirsum at ullin er feit (inniheldur nógv lanolin), skal hon ikki vaskast ov ofta. sum flest føroyingar vita, kunnu pulshosur brúkast fleiri ferðir, uttan at verða vaskaðar. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri. 

um so er, at tú ynskir at vaska klæðini, so hava vit vegleiðingina til tín niðanfyri.

siðbundin / vistfrøðilig

sum sagt: ullin inniheldur lanolin, og tí skal hon ikki vaskast ov ofta. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri. 

um tú tó ætlar at vaska klæðini, so vaska við ullvask á 30 hitastigum og stoyt eitt evarska sindur av sápu í. legg klæðini at torna og forma tey, soleiðis sum tú ynskir.

tú kanst eisini turka tey við at leggja tey á eitt handklæði, sum síðani verður rullað saman sum ein rullukaka, kroyst síðani varliga, rulla útaftur og so út at torna.

 

alpaka

vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma tey, sum tú ynskir. um tú heldur vilt vaska við maskinu, so fylg vegleiðingini til vinstru. 

 

mohair

vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma, sum tú ynskir. koyr endiliga ikki klæðini í vaskimaskinuna ella turkitrumluna.

 

leyst bundið

vit viðmæla at vaska við hond. vaska varliga og ansa eftir ikki at gníggja. legg at torna aftaná.

 

lambsskinn

verður lambsskinnið dálkað, fer tað helst vekk av sær sjálvum. er talan um heildarvask, er eitt reinsarí besta boðið.

levering og afturbering

accordian arrow

tú hevur vøruna/vørurnar í hendi innan 1-2 dagar, uttan so annað er viðmerkt. gev gætur, at hondbundnar vørur ofta taka longri tíð at framleiða, og tá kann bíðitíðin vera eini 4 vikur. tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri nærri kunning.

english